Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børn og gomul saman

Nordlysid

Komandi árini verður tørvur á at gera íløgur á dagstovnaøkinum, og í tí sambandi hevur formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung í hyggju at kannað, um tað eventuelt er ein gongd leið, at ein komandi dagstovnur verður integreraður við eitt sambýli/røktarheim/dagsentur.

Komandi árini verður tørvur á at gera íløgur á dagstovnaøkinum, og í tí sambandi hevur formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung í hyggju at kannað, um tað eventuelt er ein gongd leið, at ein komandi dagstovnur verður integreraður við eitt sambýli/røktarheim/dagsentur.

 

Í øðrum londum hava royndir verið gjørdar við at hava dagstovn ogeldraheim undir somu lon, soleiðis at børn og gomul í ávísan mun eru saman, ogvísir hetta seg at gagna báðum pørtum.

Hendan øðrvísi royndin at samskipa ymsar stovnar á trivnaðarøkinumhevur eisini vakt áhugan hjá Jóhann Lützen, formanni í Trivnaðarnevndini børn& ung, sum varðar av dagstovnaøkinum í Klaksvíkar kommunu.

– Tað var áhugavert at frætta um hesa samskipan, sum roynd eraðrastaðni, og hóast vit sjálvandi ikki skulu taka alt til okkum, sum kemuruttanífrá, so er umráðandi, at vit eru opin fyri at kanna nýggjar møguleikar,um hesir kunnu betra okkara skipanir, sigur Jóhann Lützen.

– Tað er heldur ikki so øðiliga nógv ár síðani, at tað vóru trýættarlið í flestu húsum. Tá var tað ein nátúrligur partur av heimligaumhvørvinum, at børn og gomul vóru um hvønn annan.

– Ein skal ikki gera ov skjótar niðurstøður, men vit kunnu spyrjaokkum sjálvi, um hetta í grundini er ein førningur, vit hava gloymt? At teygomlu og børnini í ávísan mun eru saman við hvør øðrum, har tey gomlu geva avsínum lívsroyndum, samstundis sum børnini eru við til at ríka og seta lív ídagligdagin og harvið betra trivnaðin hjá teimum gomlu. Í teimum røttu karmunumkundi hetta verið ein “win-win” støða, har allir partar fáa nakað burturúr.

 

Havasamskipað ymsar stovnar

Jóhann Lützen ger vart við, at samansjóðing og samskipan av ymsumstovnum í Klaksvíkar kommunu, er ein leistur, sum núsitandi býráðssamgongahevur hugsað og arbeitt fyri, síðani lagt varð frá landi.

– Dømi um hetta, sum eg kann nevna, eru:

Samanleggingin av Skúlanum við Ósánna og Skúlanum á Ziskatrøð

Mentanarhúsið, sum er ávegis, har ymiskt mentanarvirksemi verður undir sama taki,

Húsið á Fornagørðum, har fleiri ymsir stovnar, sum fáa gagn av hvør øðrum, eru saman,

Stovan, sum Frítíðarskúlin SnjallaBjalla hevur latið upp í Badmintonhøllini,

Serstovan Perlan, sum kommunan í 2013 lat upp í Barnahúsinum Margit, og

Skúlastovurnar, sum eru innrættaðar í KÍ-høllini, meðan bygt verður á Skúlatrøð

 

Klaksvíks-loysnirtil Klaksvíks-arbjóðingar

– Avmarkaða støddin ger, at vit, bæði sum land og enn meira sumKlaksvíkar kommuna hava tørv á at samskipa stovnar undir eitt, har hetta leturseg gera og er til gagn. Vit eru ikki New York, vit eru ikki Keypmannahavn, ogvit eru ikki Reykjavík. Vit mugu hava Klaksvíks-loysnir til Klaksvíks-avbjóðingar.

– Tí havi eg hug til eisini at kanna henda møguleika fyrisamskipan millum part av eldraøkinum og dagstovnaøkinum, sigur Jóhann Lützen,formaður í Trivnaðarnevndini børn & ung hjá Klaksvíkar kommunu.

 

Íløgurskulu eisini gerast í dagstovnaøkið

– Vit kunnu ikki fara undir nakra nýggja íløgu beint nú, tí íløtuni eru fleiri stórar íløgur í gongd, men tað eru fleiri grundgevingar fyri,at bygging av nýggjum dagstovni nærkast komandi árini.

– Millum annað gongur eitt leigumál út í 2021, har dagstovnurinBlákollan í dag heldur til. Eisini eru fleiri sethús karmar um okkara børn ádagstovnum, so íløga í nýggjar karmar á dagstovnaøkinum er nakað, sum heiltnátúrliga liggur í kortunum í komandi árum.

Harleywoodpaint