Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Suðurøki er úrslit av vánaligari politiskari umboðan seinastu 30 árini

John William Joensen

Undir yvirskriftini ”steðgi skilaleysum íløgum” skrivar fyrrverandi suðuroyar tingmaður í bólki saman við ”eldra Tjóðveldi”, at…. Samferðsluíløgur eru gjørdar, so at borgarin sum skjótast røkkur hægri tænastustigi á sjúkrahúsum, skúlum, keypsskálum, havnaløgum og flogvølli…. Sambært greinaskrivarunum er tað ein hóttan fyri “føroyska samfelagið” at dubultfunktiónir eru kring landið, sum m.a. skúlar og heilsuverk.

Undir yvirskriftini ”steðgi skilaleysum íløgum” skrivar fyrrverandi suðuroyar tingmaður í bólki saman við ”eldra Tjóðveldi”, at…. Samferðsluíløgur eru gjørdar, so at borgarin sum skjótast røkkur hægri tænastustigi á sjúkrahúsum, skúlum, keypsskálum, havnaløgum og flogvølli…. Sambært greinaskrivarunum er tað ein hóttan fyri “føroyska samfelagið” at dubultfunktiónir eru kring landið, sum m.a. skúlar og heilsuverk.

Skal beinanvegin gera greitt at uttan samanbering er hetta bíttasta grein eg nakrantíð havi lisið! Hon byrjar tó á einum rímiligum støði har spurnartekin verða sett við skálafjarðar tunnilin og ætlaðu íløgurnar í havnir við báðar tunnilsmunarnar….. MEN – tá man rør fram undir dupult funktiónir og beinleiðis sipar til, at tað er skeivt at hava eitt heilsuverk í Klaksvík, tí eitt er í Havn vísa greinaskrivararnir totala vanvirðing fyri øðrum menniskjum. Hetta kann bert lýsast sum bíttheit, øvundsjúka ella vantandi evni hjá greinaskrivarunum at virða onnur menniskju. Hetta eru sjúkraeyðkenni sum eitt nú sygopatar hava. At Klaksvíkin skal reduserast til at líkjast oyðimørkini, sum økið hjá greinaskrivarunum er í dag, gevur jú als onga meining!!!

Havi hug at leggja afturat í samband við Klaksvíkar Sjúkrahús, at niðurlagda føðideildin virkaði munandi betur og umstøðurnar hjá barnakonunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið vóru munandi betur enn umstøðurnar eru hjá barnakonunum  á føðideildini á Landssjúkrahúsinum í dag. Fakliga var føðideildin í Klaksvík eisini sterkari enn deildin á landssjúkrahúsinum. Tær barnakonur sum høvdu serligan tørv á serlækna, sum t.d. barnalækna eiga sjálvandi at eiga á Landssjúkrahúsinum, men at trýsta frískar barna konur inn á føðideildina á Landssjúkrahúsinum var og er ein skandala og gekk beint ímóti fakligu ráðgevingini.

Um føroyingar áttu aðra pressu sum var eins fræls og Norðlýsið var sentralistiski ørskapurin steðgaður í føðingini.

Vit eru fullgreið yvir at føðideildin á KS og sjúkrahúsið í Klaksvík er framhaldandi ein torn í eygunum hjá ávísum læknunum á Landssjúkrahúsinum. At Aksel valdi at lurta eftir teimum sum ynskja eitt vælvirkandi norður øki har pipari grør – verða barnakonur úr Norðoyggjum, Eysturoy og Suðuroy trýstar at liggja í dagar og vikur á landssjúkrahúsinum burtur frá familju og serliga manni og børnum – og óneyðugt tyngja raksturin hjá heilsuverkinum, hóast tær eru frískar og als ongan tørv hava á læknaviðgerð. Føðideildin sum var niðurløgd á KS handlaði jú bert um løn og makt til ávísar persónar og læknar á Landssjúkrahúsinum.

Kjakið um dupultfunktiónir er fordummandi tí sjálvandi hava norðoyingar eins tørv á lærarum og læknum sum fólk í Havn.

Skal føroyska samfelagi mennast javnt hava vit tørv á sterkum politikarum og ikki slíkum neytum, sum í alt ov stóran mun hava umboða suðurøkið seinastu 30 árini. Hóast onkur ljóspunkt eru millum politikarar úr suðurøkinum eru politisku úrslitini ræðandi.

Men tað sum serliga ger at eg haldi at greinin er beinleiðis skaðilig  er tað at greinaskrivararnir ikki duga at síggja týdningin av at man politiskt stendur saman og arbeiðir fyri at menning av norður-, vestur- og suðurøkinum. At privata vinnulívið skal bera alt í hesum økjunum, samstundis sum almennu Føroyar draga alt saman á miðjuni er ikki nøktandi. Var nakar ryggur í politikarum kring landið, varð tilfeingisvinnan heilt frítikin fyri tilfeingisgjøld um ein stórur partur av vinninginum bleiv brúktur til íløgur í arbeiðspláss. At draga vinningin í land at hækka lønir í almennu bløruni í Havn gevur onga meining – og so slett ikki fyri menningina av føroyskari nýhugsan og framburði.