Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðslukanningar í Klaksvík og Saltangará

John William Joensen

Í Klaksvík vóru 180 bilar kannaðir. 48 sektaruppskot vóru skrivaði fyri brot á ferðslulógina

Í Klaksvík vóru 180 bilar kannaðir. 48 sektaruppskot vóru skrivaði fyri hesi brot:

  • Ov nógv ferð, ið hevur við sær treytaða frádøming av koyrikortinum: 1 brot
  • Ikki havt koyrikortið hjá sær: 7 brot
  • Ikki nýtt trygdarbelti: 25 brot
  • Tosað í fartelefon: 6 brot
  • Dekkini ikki í lagi: 7 brot
  • Ljósini ikki í lagi: 8 brot

Í Saltangará vóru 140 bilar kannaðir. 20 sektaruppskot vóru skrivaði fyri hesi brot:

  • Ikki havt koyrikortið hjá sær: 4 brot
  • Ikki nýtt trygdarbelti: 8 brot
  • Tosað í fartelefon: 3 brot
  • Dekkini ikki í lagi: 2 brot
  • Ljósini ikki í lagi: 2 brot
  • Bilurin ikki lógliga lastaður: 1 brot

Politistøðin í Klaksvík, 20. oktober 2015

Kristian Dahl, politikommisserur
Økisleiðari, Norðurøkið