Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harukappingin 2015 avgjørd

Danial Viðoy

Nú er árliga harukappingin hjá Veiðifelagnum Byrsumúla av.

Nú er árliga harukappingin hjá Veiðifelagnum Byrsumúla av.

Tað boðar Veiðifelagið Byrsumúli frá í tíðindaskrivi.

“Harurnar” eru leirtallerkar, sum rulla við nógvari ferð eftir jørð. Kappingin kann lýsast sum ein blanding av sporting og veiðuskjóting.

Skotið var tvey innleiðandi umfør eftir 24 harum og dúgvum (40 stig samanlagt). Eftir hetta fóru seks teir bestu víðari til eitt finaluumfar. Finaluumfarið var av sama slagi, sum tey innleiðandi og byrjað var av nýggjum, t.v.s. at stigini frá innleiðandi umførunum ikki vóru tikin við.

Vinnari bleiv Marius F. Joensen úr Sunda Byrsufelag. Hann fekk 71 stig í innleiðandi umførunum, og 36 í finaluni.

Nr. 2 bleiv Jákup Mikkelsen úr Vestmanna Byrsufelag. Hann fekk 61 stig í innleiðandi umførunum, og 32+7 í finaluni.

Nr. 3 bleiv Robert Hansen úr Sunda Byrsufelag. Hann fekk 63 stig í innleiðandi umførunum, og 32+6 í finaluni.

Stuðla kappingini hevur Jógvan Weihe.

Sí øll úrslit á https://goo.gl/CRr3h0, og myndir og filmsbrot á Facebooksíðu okkara (https://www.facebook.com/byrsumuli).

Somuleiðis minna vit á, at tað er í morgin, sunnudagin 25. oktobur, at vit skipa fyri tiltakið á breytini, har óroyndir skjúttar kunnu royna seg við (haru)-byrsu á breytum okkara.
Úrslitini kunnu eisini síggjast í mynd niðanfyri: