Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagblaðið aftur á breddan

Danial Viðoy

Dagblaðið, sum var fyrst rættiliga dagblað í Føroyum, er nú aftur virkið. Nú virkar Dagblaðið sum heimasíða.

Dagblaðið, sum var fyrst rættiliga dagblað í Føroyum, er nú aftur virkið. Nú virkar Dagblaðið sum heimasíða.

Fríggjadagin 16. oktober var heimasíðan hjá Dagblaðnum at síggja fyri fyrstu ferð. Talan er um eina royndarætlan, siga stigtakararnir á m.a. heimasíðuni.

Tað eru Bogi Andreasen, Rói Poulsen og Jóhan Bech Húsgarð, ið reka Dagblaðið.fo.

Dagblaðið er frá 1934

Annars hevur Dagblaðið hevur røtur heilt aftur í 1934 og var tá politiskt óheft blað. Tað kom tó bara út í ein góðan mánaða áðrenn tað bleiv niðurlagt.

Vinnuflokkinum, seinni Fólkaflokkurin, tørvaði í 1935 málgagn og blaðið fekk navnið Dagblaðið. Óli Breckmann var tey seinastu árini blaðstjóri og eitt skifti var tað næststørsta blað í Føroyum. Dagblaðið gavst um aldarskiftið.

Nakað undan løgtingsvalinum, var Dagblaðið, at síggja sum Facebooksíða, har spíski pennurin varð funnin fram aftur. Við jøvnum millumbili, vóru greinar at lesa. Greinarnar vóru væl umtóktar og fóru víða.

Fleiri góvu til kennar, at saknur hevði verið í Dagblaðnum. Tað gav stigtakarunum blóð á tonnina, at endurreisa Dagblaðið sum netmiðil.

Talan er í fyrstu atløgu um eina royndarverkætlan, siga teir tríggir stigtakararnir.

HEIMASÍÐAN SÆST VIÐ AT TRÝSTA HER