Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Integratiónspolitikkurin: Sjálvbodnu arbeiðsroyndirnar fáa góð ummæli

Nordlysid

Seinastu tveir mánaðarnar hevur Khuldah Mikkelsen arbeitt sjálvboðin í Snjallubjallu. Hesin møguleiki er partur av integratiónspolitikkinum hjá kommununi, og bæði Khuldah og leiðarin, Hervør Nolsøe, fegnast um átakið.

Seinastu tveir mánaðarnar hevur Khuldah Mikkelsen arbeitt sjálvboðin íSnjallubjallu. Hesin møguleiki er partur av integratiónspolitikkinum hjákommununi, og bæði Khuldah og leiðarin, Hervør Nolsøe, fegnast um átakið.

Khuldah hevur seinastu tveir mánaðirnar arbeitt sjálvboðin í Snjallubjalluí tríggjar tímar, tvær ferðir um vikuna. Hetta er sprottið úr integratiónspolitikkinumí Klaksvíkar kommunu. Meiningin er at geva tilflytarum møguleika fyri at læraog venja seg í føroyskum máli, at geva teimum atgongd til føroyskaarbeiðsmarknaðin, og at koma í samband við føroysk born og familjur teirra.

– Eg havi verið sera glað fyri at brúka mina útbúgving í Snjallubjallu, eg varðliðugt útlærd fyri átta árum síðani, og hetta er fyrstu ferð, eg ordiliga brúkihana í arbeiði, sigur Khuldah, sum hevur útbúgving á økinum.

Leiðarin í Snjallubjallu er somuleiðis fegin um samstarvið. – Khuldah er serakreativ og hartarbeiðandi, sigur Hervør Nolsøe, sum er leiðari í Snjallubjallu.– Hon er løtt at vera saman við, og hini starvsfólkini hava lært nógv avhennara hugflogi og evnum til at evna ymisk handalig ting saman við børnunum,sigur hon.

Fleiri av starvsfólkunum í Snjallubjallu eru tilflytarar, ein úr Ukrainu og einúr Serbia. Hesar tosa báðar flótandi føroyskt, og hetta hevur hjálpt Khuldu atkoma inn í starvsumhvørvið á stovninum. – Av tí, at nógv av okkum (tilflytarumred.) ikki duga flótandi føroyskt, so taka vit bara størv, har føroyska máliðikki er neyðugt at duga. Men hesin møguleikin var kærkomin, tí eg fekk høvið atarbeiða innan mitt egna fakliga øki, sigur Khuldah.

Starvstíðin hjá Khuldu var tveir mánaðir, og teir eru nú gingnir. Hóast hettaeru bæði Khuldah og Hervør jaligar yvirfyri møguleikum um at halda fram viðsjálvbodna arbeiðnum. Harafturat er Khuldah komin á avloysaralistan hjáSnjallubjallu, soleiðis at hon við hvørt sleppur framat at arbeiða við løneisini.

Khuldah Mikkelsen býr í Klaksvík saman við manninum Sámal, og tey eiga trýbørn.