Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Syðradalur á Kalsoynni 200 ár

Oliver Joensen

Í tí sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi í døgunum 9. Og 10. Juli í 2016. Ídag er bert eitt húski fastbúgvandi á Syðradali. Norðlýsið var og vitjaði Poulinu og Erik Eliasen har. Tey hava tikið stig til hátíðarhaldið. Meira í Norðlýsinum fríggjadagin:

Tað var skalvalopið á Blankaskála, ið 1809, ið fekk fólkið, ið tá búði á Blankaskála, at flyta av bygdini. Fyrst til Lorvíkar og síðani at seta seg niður á Syðradali.

Í ”Havið og Vit 2. Partur – Minniligir dagar” skrivar J. S. Hansen millum annað:

Um várið 1809 legðist stórkavi og óførir skalvar hópaðu seg upp í líðini omanfyri bygdina. So kom toyur; blot kom í kavan og beint omanfyri húsini leyp skalvurin. Tað sá øgiligt út, táið hesin vavgreytur av kava, mold, vatni og gróti kom bóltandi oman móti húsunum; honum kundi ongin menniskjans hond steðga, her stóð alt í guds hond – og hon helt: á einum lítlum fláa tætt oman fyri húsini steðgaði lopið á, fór í tvíningar og kom oman báðu megin húsini, tað mesta sunnanfyri; har fóru nøkur úthús, men stovurnar vóru at kalla allar óskalaðar……

Syðradalur 200 ár – Ein fyrireikingarbólkur er settur at skipa fyri hátíðarhaldinum. Í honum sita Poulina M. K. Eliasen, Andrias P. Eliasen, Bjørn Kalsø, Asbjørn Lómaklett, Maria á Kósini, Erna Johannesen, Borghild Joensen og Húsa Kommuna: Magni Garðalíð Dora Joensen og Sólarn Isaksen.

Meira í Norðlýsinum fríggjadagin.