Í mai mánað 2014 samtykti Klaksvíkar býráð einmælt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og Fíggjarnevndini um at royndarkoyra eina býarbussleið í hálvt annað ár, so nú skal støða takast til, um haldast skal fram við kommunalari bussleið aftaná 2015.
Í mai mánað 2014samtykti Klaksvíkar býráð einmælt at taka undir við tilmælinum frá Tekniskunevnd og Fíggjarnevndini um at royndarkoyra eina býarbussleið í hálvt annað ár,so nú skal støða takast til, um haldast skal fram við kommunalari bussleiðaftaná 2015.
Býráðslimurin,sum eigur uppskotið um býarbussleiðina, er Steinbjørn O. Jacobsen,varaborgarstjóri, sum eisini er formaður í Teknisku nevnd, og hann ivast ikkií, at bussleiðin hevur livað upp til allar væntanir og tí hevur staðið royndina.
– Eg erifegin um ta góðu móttøku, sum bussleiðin hevur fingið, tí hóast vit ikki havaneyvar skrásetingar av nýtsluni, so hevur hendan royndin greitt staðfest, attað her í kommununi er tørvur á einari fastari, framtíðar bussleið, sum vitkunnu byggja út og menna eftir tørvi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
– Sjálvurhavi eg fingið óteljandi afturmeldingar frá fólki, sum eru fegin um hesa nýggjutænastu frá Klaksvíkar kommunu, samstundis sum tey koma við nógvum góðumviðmerkingum og ráðum um ábøtur og broytingar.
– Upprunaliga setti býráðið pening avtil eina royndarskipan seinna hálvár 2014, men skjótt varð greitt, at hettaikki var nóg long til eina royndarskipan. Heldur verður mælt til einaroyndartíð á hálvtannað ár, galdandi árið 2015 út.
– Ítilmæli sínum í mai mánað 2014 samtykti Tekniska nevnd at taka undir 1½ áraroyndartíð, sum viðførdi eina binding á fíggjarætlanini fyri 2015 á 3,5 mió.kr. Eisini mæltu vit til, at bussleiðin skuldi vera ókeypis at brúka í royndartíðini,greiðir Steinbjørn frá.
– Málið fekk dygga politiskaundirtøku, tí bæði Fíggjarnevndin og býráðið samtyktu einmælt at taka undir viðtilmælinum.
Við í samtyktini var, at málið skuldi takast upp aftur íroyndartíðini við atliti til, um haldast skal fram við kommunalari bussleiðaftaná 2015, og í játtandi føri má spurningurin um avseting í samband viðútbjóðing, útvegan av bussskýlum og gerð av busslummum takast upp tilviðgerðar.
– Íløtuni fyrireikar umsitingin at leggja málið fyri nevndir og býráð tileftirmeting og støðutakan.
– Eg fariat mæla til, at bussleiðin heldur fram, og vón mín er, at eitt samt býráð tekurundir við hesum, upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku nevnd.




