Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórfingin fráfaringarløta fyri Boga á Steig

Orð: John William Joensen / Myndir: Dávur Winther

Seinnapartin fríggjadagin 30. oktober 2015 skipaði Klaksvíkar kommuna fyri almennari móttøku í býráðshøllini til heiðurs fyri Boga á Steig, tannlæknaleiðara, sum nú fer frá fyri aldur, har hópin av fólki møttu.

Seinnapartinfríggjadagin 30. oktober 2015 skipaði Klaksvíkar kommuna fyri almennari móttøkuí býráðshøllini til heiðurs fyri Boga á Steig, tannlæknaleiðara, sum nú fer fráfyri aldur, har hópin av fólki møttu.

 

 

Eftir umleið 40 ár í starvi sum leiðari fyri kommunalubarnatannarøktina, hevur Bogi á Steig, sum í summar fór um tey 67 árini, valtat gevast.

Bogi hevur verið ímyndin av barnatannrøktini í Norðoyggjumøll hesi 40 árini, og hann hevur eisini verið sannur slóðari at menna og víðkatænasturnar frá kommunalu barnatannrøktunum, har kommunala barnatannrøktin íKlaksvík fleiri ferðir hevur gingið á odda við nýggjum tilboðum og tænastum,sum  eftirfylgjandi við lóg eru blivnargaldandi fyri alt landið.

Hetta kom eisini fram í røðuni, sum Jógvan Skorheim,borgarstjóri, helt fyri Boga á Steig, har borgarstjórin heiðraði og takkaðihonum  fyri framúr væl úr hondum greittavrik, áðrenn hann handaði Boga blómutyssi og gávu frá kommununi.

Camilla Tardini tekur við sum nýggjur tannlæknaleiðari, ognýtti borgarstjórin eisini høvi at ynskja henni vælkomnari til Klaksvíkar,áðrenn hann handaði henni  blómutyssi ogynskti henni bestu eydnu í starvinum.

Marjun Biskopstø, tannlækni og starvsfelagi hjá Boga, heltsíðan eina røðu vegna starvsfelagarnar á kommunalu barnatannrøktini. Síðan varorðið frítt, og nýttu Halldis á Grønastøð, sertannlækni, og Oddmar Færø,formaður í Tannlæknafelag Føroya, høvi at bera fram heilsanir og tøkk til Bogaá Steig.

Nógv fólk møttu til móttøkuna, har eisini Magni Huusgaardspældi góðan tónleik á flyglinum í býráðshøllini, meðan gestirnir nýttu høvi atheilsa upp á fráfarandi og nýggja leiðaran fyri kommunalu barnatannrøktina íKlaksvík.