Hóast hann bara er 29 ára gamal, so verður fyrrverandi U21 landsliðsleikarin Poul N. Poulsen komandi ár hjálparvenjari í Effodeildini.
Hóast hann bara er 29 ára gamal, so verður fyrrverandi U21 landsliðsleikarin Poul N. Poulsen komandi ár hjálparvenjari í Effodeildini.
Tað er á Skála, at tað hendir í kvøld, hvat Effodeildini viðvíkur. Fyrr í kvøld boðaði felagið frá, at 6. styrkurin var komin til felagið í Álvi F. Christiansen.
Og nú boðar felagið frá, at Poul N. Poulsen verður hjálparvenjari hjá Paula Poulsen. Poul hevur tilsamans spælt 178 dystir í Effodeildini og hevur eisini spælt nakrar U21 landsdystir. Seinastu árini hevur hann tó ikki spælt, men var í ár venjari hjá næstbesta liðnum hjá Skála.




