Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna samskipar reingerðing av øllum bygningum

John William Joensen

Í summar boðaði Klaksvíkar Kommuna frá, at ein reingerðarleiðari er settur í starv at skipa og styrkja reingerðingina av øllum bygningunum, har reingerðarfólkini gerast partur av reingerðartoyminum og fáa tilvísing til leiðaran, so hvørt sum bygningar verða tiknir við í nýggju skipanina.

Í summar boðaði Klaksvíkar Kommuna frá, at einreingerðarleiðari er settur í starv at skipa og styrkja reingerðingina av øllumbygningunum, har reingerðarfólkini gerast partur av reingerðartoyminum og fáatilvísing til leiðaran, so hvørt sum bygningar verða tiknir við í nýggjuskipanina.

 

Í tíðindaskrivinum boðaði kommunan frá,at skipanin verður beinanvegin sett í gildi fyri bygningarnar hjáfólkaskúlanum, Klaksvíkar Tónlistaskúla, Húsinum, Kommunulæknamiðstøðina viðSandin og allar bygningarnar hjá dagstovnunum. Eftirfylgjandi verður skipaninvíðkað til allar bygningar kommununnar.


Starvið sum leiðari fyrireingerðartoymið varð lýst leyst stutt áðrenn summarfrítíðina, og 17. augustbyrjaði Hansina Finnsdóttir Joensen í starvinum. Sostatt er enn stutt fráliðið,tí skipanin hevur einans virkað í hálvan triðja mánað

 

Høvuðsuppgávur reingerðarleiðarans erudaglig leiðsla av starvsfólkunum í reingerðartoyminum, at hava fíggjarligaábyrgd av játtanunum til reingerðingina og at skipa reingerðingina, herundir atgera og dagføra reingerðarætlanir.

 

Loysir seg at raðfesta reingerðingina

Í almenna skrivi sínum boðaði kommunanfrá, at reingerðingin av ognum kommununnar hevur alstóran týdning fyritrivnaðin hjá starvsfólkunum.

 

Somuleiðis boðaði kommunan frá, at taðer staðfest av serkunnleika, sum hevur kannað bygningar hjá kommununi, at einnøktandi reingerð fyribyrgir eitt nú soppavøkstri og er ein týdningarmikilpartur av viðlíkahaldinum og harvið eisini livitíðini hjá bygningunum.

 

Hesar eru orsøkirnar til, at býráðið -eftir øllum at døma sum tann fyrsta av stóru kommununum í landinum  – hevur valt at leggja reingerðingina av øllumsínum bygningum undir eina felags leiðslu, so tað verður spennandi at síggja,hvørjar royndirnar og úrslit verða av hesari samskipan.

Harleywoodpaint