Les her um, hvat felag talan er um hjá álopsleikaranum, ið er settur í samband við B68 og HB.
Les her um, hvat felag talan er um hjá álopsleikaranum, ið er settur í samband við B68 og HB.
Álopsleikarin sigur, at hann hevur hoyrt um áhuga frá fleiri feløgum, men í løtuni tosar hann bara við eitt felag.
Norðlýsið skrivaði í síðstu viku um, at TB álopsleikarin Albert Adu møguliga var á veg til B68, har hann kom at spæla undir Páll H. Guðlaugsson, sum var venjarin, ið fekk leikaran til Føroyar. Mánadagin skrivaði in.fo, at HB vísti leikaranum áhuga og at samband var millum partarnar.
Men nú sigur leikarin sjálvur, at hann í løtuni bara tosar við TB, sum sostatt er favorittur at fáa undirskriftina hjá álopsleikaranum, sambært leikaranum sjálvum. Albert Adu sigur víðari við Norðlýsið, at hann hevur hoyrt søgurnar, sum seta seg í samband við B68 og HB, men fyribils tekur hann tað bara sum slatur. At enda sigur hann, at hann tekur eina støðu um sína framtíð rættuliga skjótt, og at tað er nærum heilt vist, at hann spælir í Føroyum í 2016.
So má tíðin vísa, um tað verður í TB, B68, HB ella kanska onkrum øðrum føroyskum felag. Albert Adu skoraði 10 mál í 1831 minuttum í Effodeildini í ár.




