Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rósa Maria

Tíðindaskriv

Fyrsta føroyska dramakonsertin “Rósa Maria” verður framførd í Norðurlandahúsinum hesa vikuni. Útselt er til frumsýningina mikukvøldið, sýningarnar hóskvøldið og sunnudagin. Bert fá atgongumerki eru eftir til sýningarnar fríggja- og leygarkvøldið.

Fyrsta føroyska dramakonsertin “Rósa Maria” verður framførd í Norðurlandahúsinum hesa vikuni. Útselt er til frumsýningina mikukvøldið, sýningarnar hóskvøldið og sunnudagin. Bert fá atgongumerki eru eftir til sýningarnar fríggja- og leygarkvøldið.

Ein dramakonsert er annarleiðis enn ein musical ella sangleikur á tann hátt, at eingin dialogur er. Høvuðsdenturin verður lagdur á løgini, tekstin og framførslurnar av hesum.

Dramakonsertin verður framførd av sangarum, ið allir eru úrvaldir og hava verið til upptøkuroynd. Millum hesar skulu nevnast Eva Maria Brynhildardóttir, Mike, Guðrun Sólja Jacobsen, Laila Carlsen, Jens Marni Hansen, Edith Dahl Jakobsen, Olvheðin Jacobsen og fleiri afturat.

Tónleikararnir eru okkara allarfremstu innan bæði tað rytmiska og klassiska økið.

Eini 100 fólk luttaka í verkætlanini.

Bernharður Wilkinson hevur tónleikaligu leiðsluna, Elin á Rógvi hevur leikstjórnað, meðan Finnur Hansen er leiðari fyri rytmiska bólkin, ið m.a. er mannaður við íslendska trummuúrmælinginum Gulla Briem. Einamest kendur úr Mezzoforte.

Søgan, ið er úr bókini “Rósa Maria og aðrar søgur” hjá Jens Paula Heinesen, snýr seg um 17 ára gomlu gentuna Rósu Mariu. Lagnur og søgur klæddar í tónleikabúna og teksti hjá ávikavíst Jónleifi Jensen og Bergi Rasmussen.

Persónslýsingar úr leikinum:

Rósa Maria (Eva Maria Brynhildardóttir) hevur tikið eitt sabbat ár aftaná 10nda flokk, tí hon hevur játtað at átikið sær at halda hús fyri familju sína.
Mamma hennara, Victoria (Laila Carlsen) hevur slept øllum øðrum enn sjúka, lítla soninum, Albert.
Pápin, Absalon (Mike) er stjóri á fyritøkuni Mercurius, ið er í tungum sjógvi.
Tá ið Rósa Maria hittir hin unga Ewald (Olvheðin Jacobsen), ið arbeiðir í fyritøkuni hjá pápanum, gerst hon skotin í honum.
Men Ewald er giftur maður.

Kona hansara, Annetta (Guðrun Sólja Jacobsen) er tó alt annað enn nøgd við hann. Einki veiggj er í honum! Hann situr bara í djúpa lenistólinum og starir í sjónvarpið.
Annetta roynir at fáa vinkonuna Hildigarð (Ann Chanett Danielsen) at hjálpa sær at fáa eitt ordiligt mannfólk burturúr Ewaldi.
Rósa Maria ætlar tó ikki at lata tað forða sær, at Ewald er giftur, og tá ið pápin bjóðar henni við til reseptión í Mercurius fyri einum norskum gesti, leggur hon sínar ætlanir.

Absalon leitar sær hjálp til fyritøkuna úr Noregi, og har kemur braneggjaði Arne Dovre (Jens Marni Hansen) á pallin. Norski stórsjarmørurin er klárur til bæði eitt og annað.

Hann fær rættiliga gjørt rumbul í lívinum hjá tí skikkiligu Amaliu (Edith Dahl Jakobsen), ið er kona varastjóran á Mercurius.

Aðrir persónar traðka inn á pallin eisini – vit hitta tildømis ta eiggiligu grannakonuna Frú B. (Jóhanna Norðberg Niclasen), sum sanniliga eisini hevur sínar dreymar og ætlanir.

Men kjarnin í søguni snýr seg um ungu kvinnuna Rósu Mariu, um lagnur og persónar úr hennara nærumhvørvi.

SEX, SVIK, SORG, SJÁLVSOFFRAN og SAMANBROT!

… hvør segði tað skuldi vera lætt?

Ið hvussu er ikki Jens Pauli Heinesen, sum aftur og aftur í SKALDSKAPI sínum hevur viðgjørt stríðið hjá fólki at komið ígjøgnum mangan magiskt margháttliga gerandisdagin og lívið annars, soleiðis at tilveran onkursvegna vónandi gevur meining …

… í bókini ”Rósa Maria og aðrar søgur” finna vit tær fimm søgurnar “Kvinnan undir tí svarta hattinum” um Frú B; “Eg átti mær ein holabát” um Frú C; “Eitt lukkuligt menniskja” um Frú D; “Eini hjún” um Frú E og “Úr dagbókini hjá Rósu Mariu”.
Jens Pauli knýtir hegnisliga lagnurnar saman við at lata Rósu Mariu vera eykapersón í søgunum hjá frýrnum fyri síðani at lata tær vera eykapersónar í dagbókini.
Frú B er stilla grannakonan við villa hugflognum; Frú C er mamman, Victoria, sum gloymir alt rundan um seg fyri at taka sær av sjúka og veika soninum; Frú D er Amalia, kona varastjóran í Mercurius, sum fær ein sprelskan norðmann á vitjan; Frú E er Annetta, kona Ewald, sum arbeiðir í fyritøkuni, Mercurius, har pápi Rósu Mariu er stjóri …

Burturúr hesum varð so spunnin ein søgutráður, ið bant saman ta ungu Rósu Mariu og frýrnar B og C og D og E í eitt nútímans drama um føroyskar kvinnur (og eitt sindur um menn) og tráanini eftir nærleika, kærleika og tryggleika í lívsins ymsu støðum …

Tað er okkara vón, at tú verður undirhildin av okkara útlegging av søgunum um Rósu Mariu og hinum desperatu frýrnum.