Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TVEY NÝGGJ STUTTSØGUSØVN

Tíðindaskriv

Saknur hevur leingið verið á nýskrivaðum føroyskum stuttsøgum til ung vaksin, men nú eru tvey spildurnýggj og viðkomandi stuttsøgusøvn útgivin.

Saknur hevur leingið verið á nýskrivaðum føroyskum stuttsøgum til ung vaksin, men nú eru tvey spildurnýggj og viðkomandi stuttsøgusøvn útgivin

Ingun Christensen og Arbjørn Ó. Ingun Christensen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð hava skrivað hvør sítt stuttsøgusavn ætlað ungum í miðnámsskúlaaldri og vaksnum. Søvnini eita ávikavist “Skuggamyndir” og “So hon starir inn í veggin”.

Í hesum sambandi verður framløga í Sirkus hóskvøldið 12. november kl. 20. Tað er ókeypis atgongd.

Skrá:Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelag bjóðar vælkomin og greiðir frá útgávunum

Turið Kjølbro, ritstjóri, sigur eitt sindur um Ingun og “Skuggamyndir”.

Ingun lesur upp

Marna Jacobsen, ritstjóri, sigur eitt sindur um Arnbjørn og savnið “So hon starir inn í veggin”.

Arnbjørn lesur upp

Tiltakið er áleið 45 minuttir til longdar.

Kl. 21 hetta sama kvøldið er konsert í Sirkus við Døgg Nónsjógv.

——

Skuggamyndir Eftir Ingun Christensen

Hugsa tær at sita í einum bussi, har øll hava sína egnu søgu. Í teimum níggju stuttsøgunum, ið hava støði í okkara gerandisdegi og samtíð, letur høvundurin fólk siga sína søgu, soleiðis at vit sum lesarar hóma skuggamyndirnar aftan fyri tey. Søgurnar flættast inn í hvørja aðra og vísa, at vit so ella so hava ávirkan hvør á annan.

So hon starir inn í vegginum Eftir Arnbjørn Dalsgarð

Tilveran kann eta teg upp, um tú ikki tekur røttu avgerðirnar ella leggur á annan bógv. Men hvørjar avgerðir eru tær røttu? Ógvuliga forvitnisligir tekstir, har høvundurin spælir sær við skrivikynstrið.
Í savninum er 12 nútímans stuttsøgur, við evnum úr nútíðini, og lesur tú væl, lata søgurnar seg upp fyri tær.