Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Firmakapping 2015

Tíðindaskriv

Leygardagin 21. november verður KÍ høllin karmur um árligu firmakappingina 

KÍ skipar fyri innandura fótbóltskapping har virkir, stovnar og feløg bresta saman í leiki. Leiðslur í fyritøkum kunnu við hesum skipa fyri einum stuttligum og øðrvísi degi fyri síni starvsfólk – leiðslurnar eru tó meir enn vælkomnar at leika við sjálvi 

Hvørt liðið skal helst hava 5 leikarar har 4 eru á vøllinum í senn. Bert ein EFFO-leikari kann verða á vøllinum fyri hvørt liðið í senn . Tey starvsfólk, ið ikki hætta sær á vøllin kunnu stuðla sínum liðum frá síðulinjuni við herrópum. Annars eru vanligir reglar galdandi, sum vit kenna teir í Klaksvík

Kappingin byrjar kl. 10.00 leygarmorgunin og heldur fram til liðugt er (á leið kl. 14.00)

Kostnaðurin fyri at luttaka er 2.000 kr. pr/lið. Verða tvey lið tilmeldaði er kostnaðurin 1.000 kr. fyri næsta liðið osv

Til ber at gjalda kontant leygarmorgunin. Peningur kann eisini flytast á konto í Norðoya Sparikassa: 9865 103.807.3

Tilmelding hjá:
Jóhann, tlf 221991

Harleywoodpaint