Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsti venjingardysturin er leiktur

Jákup Ósá

B68 og HB spældu venjingardyst á Svangaskarði í gjárkvøldið.

B68 og HB spældu venjingardyst á Svangaskarði í gjárkvøldið.

HB vann dystin 3-0. Hjá báðum liðunum manglaðu nógvir leikarar, sum vanligt er, tá fyrstu venjingardystirnir eru. HB hevur vant tríggjar ferðir um vikuna síðani 2. november og sum skilst hevur B68 eisini vant í eina tíð. Málskjúttar hjá HB vóru Rókur av Fløtum Jespersen og Ari M. Olsen (2). Júst 17 ára gamli Ari er ein leikari, sum teir í HB vænta sær nógv av. Hann hevur hóast sín unga aldur víst gott máltev bæði hjá HB og serliga hjá barndómsfelagnum B71 í lægri deildum enn Effodeildini.

B68 byrjaði við hesum liðnum: Ragnar Lindholm – Andras Dalbø, Ari Johannesen, Niklas Poulsen, Fróði Johannesen – André Olsen, Leivur Højgaard, Michal Przbylski – Búi í Hjøllum, Albert Johannesen, Óli Olsen.

HB byrjaði við hesum liðnum: Niklas Thomsen – Jógvan Rói Davidsen, Jákup Pauli Breckmann, Jónathan Hayfield, Poul Thomas Dam – Ari M. Olsen, Tróndur Jensen, Tóri Rasmussen, Heri Mohr – Rókur av Fløtum Jespersen, Christian R. Mouritsen