Islamiskur statur hevur átikið sær skyldina fyri yvirgangsálopini í París. – Eitt vælsignað álop á krossfararatjóðina, Frakland, kallar IS álopið.
Islamiskur statur hevur átikið sær skyldina fyri yvirgangsálopini í París. – Eitt vælsignað álop á krossfararatjóðina, Frakland, kallar IS álopið.
Islamiskur statur hevur almannakunngjørt, at teir hava ábyrgdina fyri blóðuga álopi á París fríggjadagin tann trettanda. Tað skrivar Reuters.
Kunngerðin er skrivað á fronskum og á arabiskum, og varð kunngjørd á alnótini:
– Átta brøður, sum bóru bombubeltir og høvdu skotvápn við sær, hava útint eitt vælsignað álop á krossfararatjóðina, Frakland, ljóðar kunngerðin, frá IS.




