Feskastu tíðindini frá ræðuligu yvirgangsatsóknini í París.
Feskastu tíðindini frá ræðuligu yvirgangsatsóknini í París.
Talið av deyðum er 129, men av teimum 352 særdu, eru 99 enn í lívsvanda.
Yvirgangsmenninir, sum framdu álop á konsertstaðið, Bataclan, nevndu Sýria og Irak, tá ið atsóknin fór fram. Tað fortelur franski statsákærin.
Hann hevur eisini fortalt á tíðindafundinum, at allir sjey gerningsmenninir brúktu kalashnikov-rifler, sum eru russisk framleiddar.




