Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðvør fekk hattrick í dag

Jákup Ósá

Eyðvør Klakstein ger veruliga um seg í sponskum fótbólti.

CD Marino kom annars afturum 2-0 í dag, men so kom Eyðvør Klakstein í gongd. Hon bleiv flutt fram í álopið og skoraði tvey mál áðrenn hálvleik, tá CD Marino var á odda 4-2. Í seinna hálvleiki skoraði Eyðvør eitt mál afturat. Endaliga støðan gjørdist 6-3 til CD Marino.

Eyðvør hevur spælt 8 dystir í næstbestu sponsku deildini og skorað 4 mál. CD Marino liggur á 8. plássi fyri tveir sigrar, fimm javnleikir og tvey tap.