Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigur til VÍF

Oliver Joensen

Hóast VÍF hevði munin, so varð talan um ein til tíðir góðan og undirhaldandi dyst.

Stjørnan fylgdi væl við stóran part av dystinum. Liðini fylgdust gjøgnum allan fyrra hálvleik, tó var tað VÍF sum hevði munin, og Stjørnan sum rann aftaná. Hálvleiksstøðan var 14-11 til VÍF.

Hóast stjørnuleikarnir runnu aftaná allan dystin, so stríddust tær væl gjøgnum allan dystin. Stjørnan hevur nógvar leikarar á bonkinum, men vísti tað seg, at liðið viknaði, tá útskiftingar blivu gjørdar, og hesar løturnar vaks munurin millum liðini. Hjá Stjørnuni var saknur í Unu og Ellu, sum eru skaddar.

Stóri leikararin hjá VÍF var Liljan Djurhuus, sum gjørdist toppskjúti hjá VÍF við 9 málum.

Endaliga úrslitið gjørdist ein 26-21 sigur til VÍF.

Hóst tað bleiv til eitt tap, so hava stjørnuleikarnir ment seg nógv gjøgnum seinastsu dystirnar, og er tað nógv positivt teir kunnu taka við sær frá dystinum í dag.

Málsjúttar hjá Stjørnuni gjørdist: Nada Pavlov 6, Durita Thomsen 4, Tóra Eliasen 4, Marta Belic 3, Edith Hansen 2, Kristina Poulsen 1 og Hervør Olsen 1.

Harleyfacadeacryl