Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglafjørður Runavík Klaksvík Gøta Tvøroyri og aðrir vinnudeplar skulu rinda og Havnin fær bara meir

John William Joensen

Nýggja landsstýrissamgongan kann koma at kosta dýrt fyri vinnuligu kraftsentrini kring landið, tí øll hundraðtals milliónarokningin frá nýggja landsstýrinum fer til vinnuna kring landið, og fer harvið at skerja virksemi, íløgur, stuðul, kommunuskatt og størv úti um landið, meðan Havnin sleppur púra snikkaleys og enntá fær fleiri nýggjar játtanir til enn størri alment forbrúk.

Nýggja landsstýrissamgongan kann koma at kosta dýrt fyri vinnuligu kraftsentrini kring landið, tí øll hundraðtals milliónarokningin frá nýggja landsstýrinum fer til vinnuna kring landið, og fer harvið at skerja virksemi, íløgur, stuðul, kommunuskatt og størv úti um  landið, meðan Havnin sleppur púra snikkaleys og enntá fær fleiri nýggjar játtanir til enn størri alment forbrúk.

Í vikuni rópti borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, varskó, og sama gjørdi Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, og vit á Norðlýsinum kunnu ikki annað enn geva teimum báðum púra rætt:

Hanus segði m.a. hetta við in.fo:

Byrjanin til endan

Stjórin í JFK-trol er alt annað enn nøgdur um tað, sum gjørdist greitt, tá fíggjarlógin fyri 2016 varð samtykt.

– Eg eri skelkaður. Hetta verður helst byrjanin til endan í Barentshavinum, sigur Hanus Hansen við Sosialin.
Hann sipar serliga til ætlanina um, at 15% av kvotunum í Barentshavinum nú skulu seljast á uppboði. 

– Sjálvandi fara vit at bjóða, men vit eisini, at tá tá ið talan er um uppboðssølu, so er tað eisini ein marknaður fyri spekulantar, sigur hann.

Eisini vísir hann á, at hetta kann gerast ein vanlukka fyri Klaksvík, tí vandi er fyri, at arbeiðspláss nú fara at hvørva.

Og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur soleiðis í almennari fráboðan:

Útjaðarin eigur ikki at gjalda fyri miðstaðarøkið

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu er avgjørdur: – Sjálvandi skulu tey við lág- og miðalinntøkum hava ein skattalætta, og sjálvandi skulu øll vera við til at fíggja hann. Trupulleikin er bara, at hetta verður ikki úrslitið av tí, sum samgongan ætlar í løtuni, sigur Jógvan Skorheim.

Gjøldini, ið samgonguflokkarnir ætla at leggja á vinnulívið og privata borgaran fer bert at raka kommunur og einstaklingar í útjaðaranum. Við ætlaða tilfeingisgjaldinum verður tað so at siga bert útjaðarin, ið fer at gjalda fyri umfordeilingina, ið landið er í holtur við at gera, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu. 

– Útrokningar hjá okkum vísa, at verandi tilfeingisgjald kostaði Klaksvíkar kommunu minst 3 milliónir í beinleiðis mistari skattainntøku fyri árið 2014. Hetta svaraði til eitt hálvt skattaprosent fyri Klaksvíkar Kommunu. 

Aftur at hesum koma óbeinleiðis avleiðingarnar av teimum ógvusligu gjøldum, sum samgonguflokkarnir ætla at leggja á vinnulívið kring landið. 

Tí eitt er vist, at peningurin, ið nú skal gjaldast landskassanum, hevur sett nógv avleitt virksemi í gongd, ið helst er størra inntøkan fyri kommununa. 

Nú samgongan ætlar at leggja eyka gjøld á vinnuna, ið fara uppum 100 milliónir, kunnu vit vænta ein dyggan smeit fyri tað grundarlag, ið vit júst hava gjørt fíggjarætlan eftir. 

– Tað, ið samgongan ætlaði sum eitt rættvíst býti av virðum landsins, fer at enda við einari órættvísari skipan, har útjaðarin skal gjalda fyri miðstaðarøkið. Tað kann ikki vera rættvíst, um rokningin fyri umfordeilingina skal býtast ímillum útjaðarakommunurnar, ímeðan kommunukassin í miðstaðarøkinum ikki verður nortin. Tí havi eg ilt við at trúgva, at samgonguflokkarnir hava hugsað um, hvussu hetta fer at skeikla javnvágina millum kommunurnar, sigur Jógvan Skorheim. 

Ójavnar fortreytir 

– Tað er ein sannroynd, at tað vinnulívið, sum nú verður undirlagt eitt eyka tilfeingisgjald, heldur einamest til í útjaðaranum, ímeðan almennu stovnarnir og arbeiðsplássini fyri tað mesta eru í miðstaðarøkinum. Hetta gevur miðstaðarøkinum eitt heilt annað inntøkugrundarlag, enn útjaðarin hevur. Umframt hetta, fær eitt nú Tórshavnar kommuna stórar inntøkur av øllum av- og áskipingum, ið fara umvegis Tórshavnar Havn. Nú samgongan er í holtur við at fara eftir yvirnormala vinninginum, og roynir at finna eina rættvísa skipan, so kundi verið upplagt at farið eftir einum parti av teimum 40 milliónunum, ið Tórhavnar Havn hevði í yvirskoti í 2014. 

– Hendan ætlanin við tilfeingisgjaldinum fer at innibera eitt roknistykki, har nakrar kommunur fara at gjalda fyri eitt nú skattalættan, meðan aðrar kommunur sleppa skaðaleysar, sigur Jógvan Skorheim, sum leggur afturat, at hetta fer at økja um gjónna ímillum miðstaðarøkið og útjaðaran, sum frammanundan er ivaleysa stór. 

– Kommunufelagið er ein savnandi eind fyri allar kommunur í landinum, og tí haldi eg, at vit har eiga at standa saman um, at rokningin fyri skattalættan skal býtast javnt ímillum allar partar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Harleyfacadeacryl