Úrslitið av átakinum, sum Tórshavnar Rotary Klubbi skipaði fyri í oktober, er at Føroyar nú kunnu senda meiri enn 20 stór sertelt við vatnfiltrum og neyðsynjarútgerð, sum er nokk hjá einum stórum húski at lívbjarga sær í fleiri mánaðir. Hetta merkir, at umleið 200 fólk í eini flóttarfólkalegu í Suðureuropa fáa tak yvir høvdi beinanvegin.

20 av hesum stóru serteltunum fylla nógv og ger tað møguligt at seta á stovn eina minni tjaldbygd á stovn í eini flóttarlegu í Suðureuropa. Í døgunum 23 og 24 oktober vóru bæði telt og útgerð sýnd fram í Perluni í Havn.
“Vit eru ikki sørt bilsin og ógvuliga takksom fyri stóra stuðulin frá føroyingum” sigur Richard Mortensen, forseti í Tórshavnar Rotary Klubba.“Bæði privatfólk og fyritøkur hava veitt stuðul og vilja vit takka øllum fyri hjálpina.”
Inn komu umleið 115.000 kr, sum fara óskerdar til hjálpararbeiðið.
Vegna
Tórshavnar Rotary
Richard Mortensen, Forseti