Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ræst 2015

iNOVA

10. og 11. desembur verður ein matráðstevna hildin á Granskarasetrinum iNOVA um tann føroyska køkin, ræsing og ræstar matvørur. iNOVA og Invest in the Faroes (Uttanríkis- og vinnumálaráðið) standa fyri ráðstevnuni.

Ein áhugaverd fyrilestraskrá er gjørd. 10. desembur fara søgufrøðingar, arkitektar og náttúruvísindafólk at greiða frá arbeiðinum hjá teimum í sambandi við ræsing. Gutti Winther fer at borðreiða við smárættum við røstum smakki.

Dagin eftir, 11. desembur, verða workshops, tá kunnu fólk práta við tey, ið havi hildið fyrilestrarnar dagin fyri. Fólk kunnu fáa góð ráð og hjálp í sambandi við verkætlanir, ið tey ætla at fara undir.

Ráðstevnan er fyri øll og ókeypis. At tí at tað er avmarkað við plássi, so verða fólk biðin um at tekna seg áinova@inova.fo. Til ber at tekna seg bert til workshop.

Meira kunning fast á Facebook (https://www.facebook.com/events/197577037241853/) og á heimasíðuni hja iNOVA (http://inova.fo/default.asp?menu=452)