Tað var hugstoytt, at síggja nýggja og annars altíð jaliga og siðiliga fiskimálaráðharran, í sjónarpsstovuni í degi og viku geva til sjóndar, at hann ikki heilt hevur fata støðuna. Vinnan og vit øll onnur hava einki ímóti broytingum og tað skal verða okkara vón her á Norðlýsinum, at Høgni Hoydal verður júst maðurin, sum megnar at finna eina semju um ein nýggjan og tíðarhóskandi fiskivinnupolitikk.

Men so má hann skilja álvaran av tí sum sagt verður. Tað er ikki ein nýggj skipan ella 2018 sum ræðir vinnuna, men fráboðanin um at alt grundarlagið undir vinnuni skal um eina uppboðsølu. Tað er tí virði á føroysku vinnuni er í fríðum falli. Hetta er ikki so trupult at skilja, men tað sita mong, sum just hava áhugað í tí, sum veruliga hendir í løtuni, ikki minst øll tey, sum longu hava kapitalisera síni loyvi og m.a. ganga í Havnargøtum.
Vinnan, sum í dag serliga er í norðurøkinum, hevur keypt síni loyvi fyri nógvar pengar og tað kann ikki verða rætt at man nú politiskt kann taka grundarlagið undan teimum uttan endurgjald og bjóða einhvørjum at keypa sum tilvildarliga hevur atgongd til flestar pengar – ella kennir ríkasta kinesaran ella russan.
Harra Høgni Hoydal vit vóna inniliga at tú megnar at finna eina semju, men hendan hóttanin sum nú hongur má fáast burtur.
Vit síggja at landsstýrið hevur nógvar góðar ætlanir, men støðan í vinnuni er ikki haldbar. Eingin kann liva við tí ótryggleika, sum nú hongur sum ein hóttan yvir tey sum hava valt at virðisøkja okkara tilfeingið.
Tá ein av sera sera framfýsnu føroysku búskaparfrøðingunum segði at fólki vildu hava broyting í tinganesi – er tað púra rætt – men fólki atkvøddi ikki fyri at tilverðugrundarlagið undir føroysku vinnuni skuldi knúsast, bara tí at ein kioskdáma í Havn og ein tøkningur í KVF skulu hava møguleika at realisera seg sum reiðari.