Sýslumaðurin í Eysturoynni sigur nú, at í løtuni verður grindin hildin til í Fuglafirði. Sjálvur var sýslumaðurin ikki komin á staðið, men heimildarmaður hansara hevði mett, at talan var um einar 30-40 hval.
—-
Reka eina grind inn á Fuglafjørð
Fyri løtu síðani fekk Norðlýsið fráboðan um at bátar róku ein bólk inn á Fuglafjørð. Sýslumaðurin í Eysturoynni visti ikki tá vit ringdu til hansara um tað var grind ella um tað vóru springarar. Eygleiðarar siga fyri Norðlýsinum at grindin er komin inn ímóti tangunum í Fuglafirði og at tað sær út til at vera grindahvalir.




