Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meira styrkur til HB

Jákup Ósá

HB hevur gjørt sáttmála við leikara, sum eftir tvey ár í útlegd, vendur heim aftur til barndómsfelagið.

HB hevur gjørt sáttmála við leikara, sum eftir tvey ár í útlegd, vendur heim aftur til barndómsfelagið.

Norðlýsið skrivaði fyri eini tíð síðani, at U21 landsliðsleikarin Magnus Egilsson vandi við HB. Og nú boðar HB frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Magnus.

HB heimasíðan skrivar:

Eftir tvey ár á Argjum, er nú greitt, at Magnus Egilsson kemur aftur til barndómsfelagið. Magnus og HB eru júst komin ásamt um sáttmála fyri komandi kappingarárið.

Magnus Egilsson var fram til 2013, avgjørdur partur av næstbesta liði okkara, men spældi bara nakrar fáar dystir á besta liðnum.

Seinastu tvey árini hevur evnaríki miðvallarin so roynt eyðnuna á Argjum, og helst hevur Magnus verið ein orsøk til, at kappingarárið hjá AB hóast alt varð bjargað og enn eitt ár í bestu deildini varð staðfest.

Hetta var samstundis kvitterað við innkalling til U21 landsliðið. Tó, Magnus Egilsson hevur eisini verið fastur fúsur á hinum U-landsliðunum upp gjøgnum árini.

Vit fegnast almikið um, at enn ein av okkara egnu ungu og gávaðu leikarum, sum hevur roynt seg aðrastaðni, hevur avgjørt at koma aftur til barndómsfelagið.

HB hevur frammanundan styrkt hópin við Tróndi Jensen, Niklasi Thomsen og Jákupi F. Hansen.