Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verkætlan hjá Føroya Ungdómsráð vald sum íblástur

Danial Viðoy

Í 2014 skipaði Føroya Ungdómsráð fyri Norðurlendskum Leiðaraskúla í Føroyum -62° North, 7° West – Nordic Youth Entrepreneurship.

Í 2014 skipaði Føroya Ungdómsráð fyri Norðurlendskum Leiðaraskúla í Føroyum –62° North, 7° West – Nordic Youth Entrepreneurship, skrivar Føroya Ungdómsráð í tíðindaskrivi.

Føroyska náttúran varð nýtt til avbjóðingar og soleiðis varð náttúran ein virkin partur av undirvísingini.

32 barna- og ungdómsleiðarar luttóku úr Finlandi, Svøríki, Suðurslesvig, Norra, Danmark, Íslandi og úr Føroyum

Fakligu krøvini til Leiðaraskúlin vóru ásett av FUR og Norðurlendska Samstarvsfelagsskapinum fyri Ungdómsarbeiði (NSU) í felag.Evnini vóru innovatión, mentan, samskifti & coaching, framløgutøkni, leiðaraleiklutur og motivatión.Luttakararnir fingu prógv fyri sína luttøku á Leiðaraskúlanum.

Nordbuk og Mentamálaráðið stuðlaðu verkætlanini, umframt Magn.

FUR skipaði fyri leiðaraskúlanum við góðari hjálp frá umboðum fyri KFUM skótarnar í Føroyum, Skótalið Leirvíks Pálls og Føroya KFUK skótar.

Filmur um Leiðaraskúlan

Verkætlanin var væl eydna, og er vald út at verða nýtt sum íblástur til barna- og ungdómsarbeiði í Norðurlondum.

Norðurlendska barna- og ungdómsumboði (Nordbuk) og Mentanarsamband Norð hava framleitt kunningartilfar til ung í samband við stuðulsskipanina hjá Nordbuk.

Tilfarið er ætla sum íblástur til at økja áhugan fyri barna- og ungdómsarbeiði í Norðurlondum. Leiðaraskúlin hjá Føroya Ungdómsráð er í hesum sambandi lýstur til tess at vísa á áhugaverd dømi um stuðlaðar verkætlanir.

Føroya Ungdómsráð er felagsumboð fyri alt barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum, sum ikki er ítróttur. Føroya Ungdómsráð ella FUR, sum tað sum oftast verður umtalað, varð sett á stovn tann 25. mai 1984. Í FUR eru í dag 22 limafeløg og 32 lokalfeløg, samanlagda limatalið er 4820 børn og ung.

Filmurin kann síggjast niðanfyri:

Harleywoodpaint