Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur eigur bestu offensivu bakkarnar

Jákup Ósá

Hagtøl yvir seinastu fýra árini vísa hetta….

Hagtøl yvir seinastu fýra árini vísa, at eingir leikarar skala teir báðar bakkarnar hjá Víkingi, tá tað kemur til at skora mál ella leggja upp til mál.

Norðlýsið hevur seinastu fýra árini skrásett uppleggini í Effodeildini. Samstundis hevur FaroeSoccer upplýsingar um, hvørjir leikarar skora flest mál. Komandi tíðina fara vit at hyggja nærri eftir, hvørjir leikarar skara framúr, tá tað ræður um mál og upplegg samanlagt hesi fýra árini. Hetta kann siga okkum nakað um, hvørjir leikarar avrika støðugt best. Eisini verður seinni hugt eftir, hvussu leikararnir standa seg í mun til leiktar minuttir. Hugt verður einans eftir leikarum, sum væntast at spæla í Effodeildini í 2016.

Taka vit bakkarnar í Effodeildini og hyggja eftir, hvørjir eru teir bestu, tá tað kemur til álopspartin við at skora og leggja upp til mál, so eru teir báðir bakkarnir hjá Víkingi klárt á odda. Hanus Jacobsen hevur tilsamans 36 mál/upplegg hesi fýra árini, tó at har skal viðmerkjast, at trý mál eru komin uppá brotsspark. Bárður Hansen kemur á 2. plássi við 30 málum/uppleggum.

Her er topp 5 listin yvir bakkar í Effodeildini seinastu fýra árini.

1. Hanus Jacobsen (Víkingur) 36 (18 mál og 18 upplegg) * 3 brotsspørk)

2. Bárður Hansen (Víkingur) 30 (9 mál og 21 upplegg)

3. Einar Tróndargjógv (B68/NSÍ)25 (6 mál og 19 upplegg)

4. Gert Hansen (EB/Streymur/Víkingur)24 (6 mál og 18 upplegg)

5. Høgni Eysturoy (B36)19 (9 mál og 10 upplegg)

Her skal viðmerkjast, at fleiri av leikarunum omanfyri hava spælt fleiri dystir longri frammi á vøllinum.

Harleywoodpaint