Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, steypakapping menn: ÍF tók Fleyr á bóli

FBF

Í gjár var fyrsti dysturin í steypakappingini hjá monnum leiktur á Kambsdali. ÍF tók ímóti Fleyr, og hóast at Fleyr í landskappingini liggur frammanfyri ÍF, so gjørdist tað liðið úr Fuglafirði, sum fór við sigrinum í einum sera spennandi dysti.

ÍF kom best frá byrjan og vann tvey tey fyrstu settini 25-23 og 25-19, men so kom vend í, og Fleyr vann tey bæði næstu 18-25 og 23-25.

5. og seinasta settið vann ÍF 25-23 og harvið dystin 3-2.

Sostatt hevur ÍF lagt seg á odda í bólki 2 hjá monnum í steypakappingini. Triðja liðið í hesum bólkinum er Fleyr b.

Tvey lið koma víðari til semifinaluna, sum verður í Høllini á Hálsi 2. Januar.

Í desember leika liðini bert steypadystir. Í hinum bólkinum eru SÍ, Ternan og Mjølnir og spæla SÍ og Mjølnir fyrsta dystin í hesum bólkinum í dag kl. 16.00 í Sørvági.