Flogbóltur, Danmark: Tað gekk ikki eftir vild hjá Amager VK í toppdystinum ímóti Holte IF. Holte IF streyk av stað við sigrinum.
Flogbóltur, Danmark: Tað gekk ikki eftir vild hjá Amager VK í toppdystinum ímóti Holte IF. Holte IF streyk av stað við sigrinum.
Holte IF vann 3-1 á Amager VK og varðveitir har við 2. plássið í landskappingini.
Settúrslitini vóru 25-18, 17-25, 19-25 og 20-25.
LES EISINI: Toppdystur
Undirritaði var ikki til staðar í høllini, tá ið dysturin varð avgreiddur og kann tískil ikki gera nakra nógv greiðari frágreiðing í verandi stund.
Men hóast tapið í dag, er landskappingin als ikki oyðiløgd. Áðrenn dystin í dag hevði Amager VK 12 stig saman við Holte. Nú hevur Holte yvirhálað við trimum stigum, men kappingin er tøtt og enn kann alt henda.
Næsti dystur í landskappingini er á útivølli ímóti Lyngby Volley, sum liggur á fjórðaplássið og andar Amager VK í nakkan. Lyngby spælir seinni í dag og kann við sigri eisini koma upp á 12 stig.
Ein sera tøtt kapping. Stigatalvan kann síggjast her.




