Atlantic Airways keypti her fyri tvær nýggjar tyrlur. Tann fyrra er komin til landið og í tí sambandi verður skipað fyri móttøku hósdagin klokkan 15.00.
Móttøka: Atlantic Airways hevur keypt tvær nýggjar tyrlur av slagnum AgustaWestland 139, ið m.a. skulu røkja rutuflúgvingina fyri Strandfaraskip Landsins og tyrlutilbúgvingina fyri MRCC.
Tann fyrra av hesum nýggju tyrlunum er nú komin til landið og í tí sambandi verður skipað fyri almennari móttøku í hangarinum hjá Atlantic Airways hósdagin 10. desember 2015 kl. 15:00.
Á skránni verður tónleikur, røður og gómagott til børn og vaksin.
Inngongd við havnaskrivstovuna hjá Vága Floghavn.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Atlantic Airways




