Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bæði Mjølnir liðini spæla í Klaksvík

Jákup Ósá

Sunnudagin vera tveir dystir í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum og monnum í Klaksvík. Kvinnurnar hjá Mjølnir møta ÍF í Klaksvíkar Badmintonhøll kl. 13.00. Og aftaná kl. 15.00 møtast mansliðini hjá Mjølnir og Ternuni í Badmintonhøllini.

Eitt umfar er leikt í bólkaspælinum í steypakappingini hjá kvinnum. Bæði Mjølnir og ÍF taptu sínar dystir. TB og Fleyr eru á odda í bólkinum við 3 stigum.

Mansliðið hjá Mjølnir hevur spælt ein dyst í bólkaspælinum, sum var á útivølli móti SÍ og har vann SÍ 3-0. SÍ er á odda í bólkinum við 3 stigum.