Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndir av heiðursmerkjahandan frá JFK-Open í Klaksvík 5. og 6. desembur 2015

Tíðindaskriv

JFK-Open var hildin seinasta vikuskifti, tað vóru 202 tilmeldingar og er hetta klárt met.

JFK-Open var hildin seinasta vikuskifti, tað vóru 202 tilmeldingar og er hetta klárt met.

Veðrið var sera vánaligt leygardagin, og tað vóru eisini nøkur sum væl skiljandi ikki hattaðu sær norð til Klaksvíkar leygardagin.

Kappingin gekk gott og nógv var gjørt burturúr, við at hava tað hugnaligt við jólapynti og nógv gott var at eta. Har var smyrjibreyð, kaffe, te, frugt, saft kakao og bollar, alt hetta var ókeypis.

Har vóru nógvir spennandi dystir við 3 settum og fleiri óvanta úrtslit vóru eisini. Kappingin hjá børnum og ungum upp til og við U17 B var hildin leygardagin. Hildi var á til kl 1930 um kløldi. Gott at hava 10 bánar á sama stað.

Sunnudagin spældu tey vaksnu og U17 A. Tá var bert spælt í badmintonhøllini, og gekk tað eisini gott. Hjá Vaksin A komu Magnus HBF og Rainer í 1/2 finaluna. Fyrsta sett vann Rainer greitt 21-11, men so tók Magnus seg saman og tað fór at gangast verri hjá Rainer. Næsta sett vann Magnus 21-15 og tað seinast vann Magnus greitt 21-13. Í finaluni møttust so Rani og Magnus, og vann Magnus 2-0 við settmuninum 21-13 og 21-11. Eftir hetta umfar í Grand Prix 3 er Rani enn á odda, men Magnus tók 2.plássi frá Rainer, teir eru javnir við 90 stigum, men av tí at Magnus hevur vunni eina kapping, er hann nummar 2. og Rainer nummar 3. Rani hevur 110 stig1.plássi og Magnus og Rainer hava 90 stig. Til komandi kapping, sum verður á Giljanesi í januar er Rainer burturstaddur.

KBF takkar fyri alla hjálp frá foreldrum, venjarum og leikarum til hesa kapping, tað er eitt stórt arbeiði, sum skal gerast til eina slíka kapping 🙂

NB: Vit mangla mynd frá U13 D gentir, U15 C dreingir, U15 D Dreingir, U15 D gentir. Um onkur hevur eina av hesum, eru tit vælkomin at senda tær til kbf@kbf.fo so koyra vit tær uppá.

MYNDIRNAR SÍGGJAST HER