Dagstovnanir í Klaksvíkar Kommunu, skipaðu í dag fyri, at børnini undir skúlaaldur, sum eru í dagstovnaskipanini vóru í Christianskirkjuni í morgun.
Umframt Jólaevangeliið, so segði Hanus á Gørðum prestur frá eini lítlari søgu um ein mann, ið ikki vildi halda jól. Hann sat inni á jólum, tá hann hoyrdi tað pikka á rútin. Tá vóru tað fuglar, ið vildu sleppa inn í hitan. Hann fór so at lata hurðina upp og tendra ljós at lata teir inn og geva teimum at eta, men tá ræddust fuglarnir mannin. Hann skilti einki, “eg elski tykkum, hví ræðast tit meg”.
Í tí sama hoyrdi hann kirkjuklokkuna ringja og tá skilti hann boðskapin.
—
Skipa var eisini fyri Luciagongd. Hetta var ein sera hugnalig løta, her nakrar myndir:




