Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Edva Jacobsen á ting

Oliver Joensen

Edva Jacobsen, fyrrverandi løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, tekur í dag sæti á løgtingi fyri Magna Laksáfoss, sum hevur biðið um farloyvi í eina viku.

Edva var tingkvinna fyri Sambandsflokkin frá 2010 til 2015.

Frá 2008 til 2010 gjørdist hon fyrsta varakvinna og kom á ting sum eykafólk nakrar ferðir í hesum tíðarskeiðnum.

Sostatt er tingarbeiði ikki ókent fyri Edvu – hettar er kortini fyrstu ferð, at hon skal royna seg sum politikari í andstøðu.

Sambandsflokkurin