Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú nærkast jólini

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Tá ið sungið verður hjartaliga “Gleðilig jól” so takið hevur hug at lætta sær á av 800 glaðum lundum, eru jólini nær – Mynd Dávur Winther

Í dag hittist næmingar av Skúlatrø í Christianskirkjuni til jólaguðstænastuna, sum siður er, síðasta skúladag fyri jól. Eisini vóru HF-næmingar boðnir við.

Tá er kirkjan altíð fullsett heilt uppundir loftið og væl verður sungið við.

Marjun Lómaklett var prestur. Eisini var tónleikur á skrá, sum næmingar framførdu og 3. flokkarnir sungu í kór so hjartaliga og væl – alt uttanat.

Inngangs- og útgangsbønirnar vórðu lisnar av eldri næmingum.

Tá ið henda jólaguðstænastan hevur verið og tað til seinast verður sungið “Gleðilig jól” so takið hevur hug at lætta sær á – so hart og væl varð sungið har børnini syngja av lívsins kreftur – Ja, tá eru jólini nær.

Hetta er altíð ein fjálg og hugnalig løta – Og munnu tað ikki vera mong, sum hava hesa løtuna í kirkjuni kæra saman við verandi læranum og eisini fráfarnum lærarum, sum hvørji jól trúliga leita aftur í kirkjuna til henda serliga dag, har um 800 glaðar lundir syngja jólini inn?

Gleðilig jól øll somul.