Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj heilsufrøðilig kanningarstova fer til verka

Tíðindaskriv

Nýstovnaða heilsufrøðiliga kanningarstovan, Thetis, fer undir virksemi í Føroyum 1. januar 2016. Marita Debess Magnussen, mikrobiologur og granskari, er stjóri í nýggja felagnum

Fyrst í nýggja árinum letur nýstovnaða, heilsufrøðiliga kanningarstovan, Thetis, sum er stovnað á privatum grundarlag, dyrnar upp í Føroyum.

Kanningarstovan, ið er tann fyrsta av sínum slag her á landi, fer eitt nú at veita matvøruvirkjum, alivirkjum, kommunum o.ø. fyritøkum heilsufrøðiligar matvøru- og vatnkanningar.

Marita Debess Magnussen, laborantur og mikrobiologur, granskari í antibiotika-mótstøðuførum bakterium og atknýttur professari á Fróðskaparsetrinum er stjóri í nýggja felagnum. Marita Debess Magnussen hevur drúgvar royndir á økinum frá størvum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Landssjúkrahúsinum, Landspítalinum í Reykjavík og Háskóla Íslands umframt frá undirvísing og gransking.

Marita Debess Magnussen hevur saman við øðrum stovnað kanningarstovuna, sum húsast í hølunum hjá Granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi 51 í Tórshavn.

Í løtuni er Heilsufrøðiliga Starvsstovan einasta kanningarstova í Føroyum, og tískil verður hópurin av heilsufrøðiligum royndum dagliga sendur av landinum til kanningar. Leiðslan í kanningarstovuni, Thetis, fer við støði í hesi sannroynd til verka í Føroyum, soleiðis at t.d. kundar, sum í løtuni senda royndir av landinum, kunnu fáa kanningarnar gjørdar munandi skjótari í Føroyum við somu góðsku.

– Vit kunnu verða fleiri dagar skjótari við okkara kanningarúrslitum, sammett við tær kanningar, sum í dag verða gjørdar uttanlands. Okkara fremsta mál er góðska og skjótleiki, so kundin í minst møguligan mun kemur í bíðistøður, sum ávirka framleiðsluna og dagliga virksemið. Kundin skal altíð kenna seg í tryggum hondum hjá okkum, sigur Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis.

Hon vísir á, at kanningarnar hjá Thetis kunnu eitt nú fevna um sjúkuelvandi bakteriur, sum kunnu tryggja brúkaran ímóti smittuelvandi bakterium í matinum.

Aðrar kanningar snúgva seg t.d. um samlað tal av bakterium og rotbakteriur, ið geva ábending um haldgóðskuna í einari vøru. Partar av hesum kanningum kunnu brúkast at meta um, hvørt reingerðin á einum virki er nóg góð.

Talan kann eisini verða um indikatorbakteriur, sum kunnu geva eina mynd av reinførinum undir sjálvari matvøruframleiðsluni.

Harumframt kann Thetis eitt nú veita kommunum regluligar mikrobiologiskar og kemiskar vatnkanningar, sum geva borgarunum trygd fyri reinum drekkivatni.

– Samamanumtikið átekur Thetis sær allar vanligar heilsufrøðiligar kanningar, sum kanningarstovur í grannalondunum gera, staðfestir Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis.

Í fyrstu atløgu er ein laborantur settur í starv umframt stjóran. Tað er Guðrun Højgaard, sum hevur starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har hon seinnu árini hevur gjørt kanningar av mati og drekkivatni. Guðrun Højgaard hevur eisini arbeitt á Landssjúkrahúsinum, umframt at hon í fleiri ár arbeiddi í Danmark, har hon eitt nú var í starvi hjá heilivágsfyritøkunum Lundbeck og Novo Nordisk.

Thetis rekur sítt virksemi sambært løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m., sum seinni er broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 22. mai 2015.