Annika Olsen skilir ikki mátan, sumsamgongan skipar grundupphæddina hjá pensjonistum uppá.
– Hetta er ímóti øllum fakligumgrundgevingum. Hetta hevur einki við fíggjarligt haldføri at gera.Í grannalondunum ger man langtíðarsemjur um pensjónina. Tí vitskylda pensjonistunum at tað er tryggleiki á økinum, segði AnnikaOlsen, sum fyrr undir viðgerðini hevur víst á, at einasta orsøkfyri hesi broytingini er at fáa fíggjarlógina at ganga upp.




