Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vetrardypp í Sandágerði

Tíðindaskriv

4. jóladag verður forvitnisligt tiltak í Sandágerði. Tiltakið, ið ber heitið Vetrardypp, gevur luttakandi møguleikan at njóta vælveruna úti í náttúruni eftir nakrar dagar um jólaborðið.

Dagurin byrjar við yoga. Tað er Marianna Vang Simonsen frá Javnvág, sum kemur at hita upp við yoga, áðrenn tey luttakandi í felag leypa á bláman.

Eftir kalda dyppið verður møguleiki fyri at fáa hitan aftur í einum av heitu pottunum, sum eru settir upp í Sandágerði til tiltakið.

Bjargingarfólk vera á staðnum.

Vetrardypp í Sandágerði verður mánadagin 28. desember frá klokkan 13 til 16.

Tað er morgunbólkurin í Sandágerði, sum saman við Visit Tórshavn skipar fyri tiltakinum.