Nýggjársaftan 2013 fekk Hanus G. Johansen, sum tann fyrsti, handað Mentanarheiðursløn Nólsoyar Páls, og í fjør var tað Edward Fuglø – men hvør verður tað í ár? Niðurteljingin her á nordlysid.fo minkar alsamt, meðan spenningurin økist.
Bert heilt fáir dagar og tímar eru nú eftir á niðurteljaranum her á nordlysid.fo til stóra tiltakið á posthúshjørninum nýggjársaftan, og samstundis økist spenningurin um, hvør tað verður, sum í ár fer at fáa Mentanarviðursløn Nólsoyar Páls.
Skráin í ár er hendan:
Kl. 22.00: Asta Højgaard
Kl. 22.25: Rani Nolsøe
Kl. 22.50: Borgarstjórin handar Mentanarheiðursløn Nólsoyar Páls
Kl. 23.10: Danny & The Veetos
Kl. 00.30: Felags sangur við sangarum frá Danny & The Veetos
Vertur er Maria Ziskason Nesá.
Klaksvíkar Kommuna bjóðar ókeypis suppu, og møguleiki er at keypa sær okkurt leskiligt at drekka.
Børnini fáa nýggjárspakka.
Nevndin, ið kjósar evnið til mentanarheiðurslønina á hvørjum ári, hevur verið saman, og hevur tikið støðu. Spennandi verður at vita, hvør fær heiðurin í ár. Hópin av evnum eru at velja ímillum. Í nevndini sita, Oliver Joensen, blaðstjóri, Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Archibald Black fyri Norðoya Listafelag og Signhild Vilhelmsdóttir, forkvinna í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs.
Lagt upp er til eitt sera hugnaligt nýggjárskvøld, sum fer at enda við fýrverki á miðnátt.




