“Gulllaksabátarnir” Stjørnan og Polarhav hava fingið eitt “andlitslift” í Noregi, bátarnir hava ikki verið til fiskiskap nú í einar tveir mánaðir. Hesa tíðina hava teir eisini verið í Noregi og hava fingið ymiskar umvælingar gjørdar, eisini eru teir nú vorðnir málaðir í svørt/hvítu J.F.K. litunum.
Her halda vit, at teir rigga nógv betur í “okkara” litum. Stjørnan og Polarhav eru farnir á upsaveiðu, gullaksatíðin byrjar ikki fyrr enn langt inn í komandi ár, apríl ella har á leið. Ísak Rólantson gekk á kósabrúnni og skipaði fyri ímeðan teir tóku trol umborð, hann lat sum heild væl at árinum, inntøkan hjá honum hevur nakað hægri í ár enn árið frammanundan, so hann var nøgdur. Teir høvdu fiska minni av makreli í ár, men høvdu fingið betur prís og so eitt sindur meira av onkrum øðrum fiskasløgum, so jú, árið hevur ikki verið av leið, segði Ísak Rólantson beint áðrenn teir loystu.




