Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bylgju Cup 2015: Myndir av øllum topp 3 liðunum

Jákup Ósá

Nógv lið luttóku í ársins innandurakapping í Klaksvík, sum var hildin í døgunum 28. og 29. desember. 

Flestu liðini vóru í kappingini hjá teimum vaksnu, har 20 lið luttóku, meðan 17 lið vóru við hjá U8. Fyri fyrstu ferð í fleiri ár vóru eisini fleiri gentu kappingar. HB vann flestu kappingarnar, tí havnarfelagið átti part í tilsamans 5 gull heiðursmerkjum av tilsamans 10 kappingum. Har skal tó viðmerkjast, at í summum av hesum liðunum vóru einstakir leikarar úr øðrum feløgum.
Hjá U8 vann eitt lið úr HB
Hjá U10 vann eitt lið úr HB/B36
Hjá U12 vann eitt lið úr HB
Hjá U14 vann eitt lið úr NSÍ
Hjá U16 vann eitt lið úr HB/Víkingi
Hjá U18 vann eitt lið úr KÍ
Hjá U10 gentum vann eitt lið úr HB
Hjá U17 gentum vann eitt lið úr KÍ
Hjá sjómonnum vann Tróndur í Gøtu
Hjá vaksnum vann eitt lið úr ÍF/KÍ
Niðanfyri eru myndir av øllum liðunum, ið endaðu í topp 3 í ymisku deildunum.