Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðborg tók streymmátaraboyuna í Hetlandsrennuni

Oliver Joensen

Leygardagin 19. desember fekk Havstovan boð um, at ein streymmátari var

flotnaður í Hetlandsrennuni. Streymmátarin rak við vindinum í ein

landnyrðing og nærkaðist eini leið, har fleiri uppsjóvarskip royndu.

Av tí at Magnus Heinason var til umvælingar á skipasmiðjuni og tí ikki

kundi loysa, avgjørdi Havstovan at seta seg í samband við okkurt av

føroysku skipunum.

Ringt varð umborð á Norðborg, og tað bar ikki beinari á, enn at teir

júst høvdu tikið trolið inn og sett kós móti landi.

Norðborg var tá umleið ein tíma frá boyuni, og settu teir tí kós ímóti

henni. Okkurt um hálvan annan tíma seinni høvdu teir funnið boyuna og tóku hana inn, sigur Havstovan millum annað á heimasíðuni hav.fo