Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðtaluportalurin nærkast – lættari at samskifta við tín kommunulækna

Nordlysid

– Endamálið við viðtaluportalinum hjá Læknamiðstøðini við Sandin, sum skjótt verður klárur at taka í brúk, er at norðoyingar kunnu avgreiða nøkur viðurskifti umvegis viðtaluportalin og soleiðis skulu sleppa undan at sita við telefonina og bíða eftir at sleppa framat. Tað er orsøkin til, at vit í Klaksvíkar kommunu hava gjørt hesa íløguna, sum vónandi fer at liva upp til endamálið, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri & Bústaðir.

– Endamálið viðviðtaluportalinum hjá Læknamiðstøðini við Sandin, sum skjótt verður klárur attaka í brúk, er at norðoyingar kunnu avgreiða nøkur viðurskifti umvegisviðtaluportalin og soleiðis skulu sleppa undan at sita við telefonina og bíðaeftir at sleppa framat. Tað er orsøkin til, at vit í Klaksvíkar kommunu havagjørt hesa íløguna, sum vónandi fer at liva upp til endamálið, sigur ÓluvaKlettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri & Bústaðir.

 

Á býráðsfundum í juli og september í fjør samtyktiKlaksvíkar Býráð at veita eina eykajáttan til ein læknaviðtaluportal/heimasíðuat betra um samskiftið millum borgaran og Læknamiðstøðina.

 

– Seinastu tíðina hevur av og á verið at hoyrt um, at taðtil tíðir er trupult hjá borgarum at fáa samband við læknamiðstøðina, og taðvar orsøkin til, at vit valdu at gera nakað ítøkiligt fyri at betra um hesiviðurskifti, sigur Óluva Klettskarð, sum upplýsir, at Trivnaðarnevndin Eldri ogBústaðir beinanvegin tók undir við at stovnseta ein viðtaluportal/heimasíðu.

 

Á viðtaluportalinum fer at bera til at endurnýggja resept,at bíleggja tíð til ávísar kanningar og at broyta ella avlýsa tíð.

 

Undangonguverkætlan

– Síðani hevur verið arbeitt við at fyrireika málið. Eisinihava vit havt sera gott og opið samskifti við Heilsutrygd, sum ger eitt stórtarbeiði á hesum øki, og sum hevur ætlanir um at gera eina slíka skipan fyri altlandið.

 

– Viðtaluportalurin hjá okkum her í Norðoyggjum verðursostatt ein undangonguverkætlan, sum kann geva bæði kommununi, læknum,starvsfólkum og Heilsutrygd royndir at arbeiða víðari útfrá.

 

– Arbeiðið at gera og veita hesa skipanina, sum er nýggj íføroyskum høpi, varð boðið út, og varð tað fyritøkan Formula, sum hevði bestatilboðið og tí fekk arbeiðið.

 

– Tað liggur í kortunum, at viðskiftafólkini í nýggjaviðtaluportalinum skulu fáa møguleikar at bíleggja tíð hjá lækna, broyta ellaavlýsa tíð,  endurnýggja resept o.s.fr., og vóna vit inniliga, at hettaskal eydnast væl, til frama fyri eina betri tænastu til okkara borgarar ogbetri arbeiðsumstøður til okkara læknar og heilsustarvsfólk, sigur ÓluvaKlettskarð.

 

Sáttmálin við Formula  varð undirskrivaður  ídesember mánað, og eftir ætlan verður viðtaluportalurin klárur at taka í nýtsluí februar/mars 2016.

 

Javnbjóðis atkomuviðurskifti fyri øll

Eisini á øðrum økjum eru ábøtur og dagføringar gjørdar áLæknamiðstøðini við Sandin. Eitt nú verður gjørt nakað við at upplýsa betur viðskeltum, og somuleiðis hava Tekniska Deild og Vegadeildin hjá kommununi reinsaðbygningin og hampað uttanum.

 

– Úthurðin á Læknamiðstøðini er nú dagførd, so hon letur uppautomatiskt. Tað merkir, at allir borgarar nú hava javnbjóðis atkomumøguleikarat gera síni ørindir á Læknamiðstøðini, har ein lyfta eisini er, sum gera taðlætt at ferðast millum hæddirnar.

 

– Hetta er ein veruligur bati, sum var ógvuliga tiltrongdur,heldur nevndarforkvinnan.

 

Betri hølisumstøður til Økispsykiatriina

– Ein onnur, týðandi borgaratænasta, sum eisini heldur til íLæknamiðstøðini við Sandin, er Økispsykiatriska tænastan í Norðoyggjum. Honbyrjaði sítt virksemi í oktober 2011 í lítlum hølum á Læknamiðstøðini og hevursíðani tá, arbeitt út frá hesum stað.

 

– Tá ið ynski var frammi um at kunna veita eina enn betritænastu til norðoyingar við tilboð um samrøður, bólkaterapi og undirvísing tilavvarðandi, var kommunan sinnað at finna ein loysn til økta virksemið hjáØkispsykiatriini.

 

– Vit fegnast um, at hetta hevur eydnast, og atØkispsykiatriin í Norðoyggjum nú hevur fingið størri høli á Læknamiðstøðini,sigur Óluva Klettskarð.

 

Nú eisini kostráðgevi í Læknamiðstøðini

– Sum ein liður í at skipa sonevndar heilsudeplar kringlandið, ið skulu betra um viðgerðartilboð í nærumhvørvinum hjá borgarunum, erhøli til kostráðgeva útvegað á Læknamiðstøðini við Sandin.

 

1. november byrjaði Cecilie Arendal, kliniskur dietistur, ístarvinum. Hon er hálva tíð í Klaksvík og hálva tíð í Runavík.

 

– Uppgávan hjá kostráðgevanum er at betra umviðgerðartilboðini til borgarar við dibetes og øðrum sjúkum. Enn eitt framstigtil frama fyri fólkaheilsuna, ið vit sum kommuna kunnu vera við til at veita,sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Trivnaðarnevndini Eldri & Bústaðir.

Harleyfacadeacryl