Uppflytararnir fara væntandi fyri aðru ferð í vetur at styrkja seg við klaksvíkingi.
B68 hevur í vetur sum skilst leitað eftir nýggjum málverja. Og tað hevur nú givið úrslit sambært in.fo sum veit at siga, at klaksvíkingurin Fríði Sigurðsson vandi við B68 í gjárkvøldið. Tí er væntandi bara ein spurningur um tíð, áðrenn sáttmáli verður undirskrivaður.




