Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjølur Open 2016

Klaksvíkar Talvfelag

Komandi vikuskifti er árliga talvkappingin Kjølur Open á skránni í Klaksvík.

Kappingin er partur av Grand Prixnum hjá Talvsambandi Føroya og liður í venjingunum til Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri ungdóm, sum verður hesaferð verður í Svøríki í februar mánað. Av tí sama koma flest allir unglingarnir ið skulu luttaka í NM, at vera við í kappingini.

Fyri Klaksvíkar Talvfelag er tað gleðiligt, at tveir av ungu NM-telvarunum, Janus Skaale og Bjarki Berholdsen, aftur í ár umboða Føroyar. Teir hava luttikið í venjingum, sum Talvsamband Føroya hevur skipað fyri. og fyri teir og restina av NM-hópinum er kappingin Kjølur Open góð venjing til NM.

Kappingin verður telvað í “Snjallabjalla”, sum dagligani hýsir skapandi og mennandi virksemi eftir skúlatíð. Meiri upplagt stað kundi valla verði valt, fyri kappingarsinnaðar og skapandi telvarar í øllum aldri.

Kappingin byrjar fríggjadagin 15. januar, kl. 19.00, tá 3 umfør verða telvað við styttri umhugsunartíð. Leygar- og sunnudagin eru 2 umfør um dagin, og byrjað verður kl. 10.00 og 15.00 báðar dagarnar. Umhugsunartíðin seinnu dagarnar verður 1 ½ tími + 30 sekund fyri hvønn leik.

Tilmeldingarfreistin til kappingina er hóskvøldið 14. januar kl. 20. Tilmelding fer fram á tma@kallnet.fo ella tlf. 295054.

Øll eru vælkomin at tekna seg til kappingina, eins væl og øll eru vælkomin framvið at hyggja. Tilmeldingar og úrslit kunnu

Við talvkvøðu,

Klaksvíkar Talvfelag