Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Syngið við” kvøld í Leirvík

Tíðindaskriv

Sunnukvøldið 17. januar kl. 18, verður aftur “Syngið við” kvøld í Missiónshúsinum í Leirvík.

Vit fara at syngja nógvar, góðar og kendar andaligar sangir.

Umleið 10 harmonikur koma at spæla saman við klaveri, gittara og trummum.

Á skránni verður eisini sangframførsla og andakt.

Høvi verður eisini at fáa ein drekkamunn eftir sangin.

Komið og syngið við!

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Missiónsvikan byrjar 19. januar og møtir verða hvørt kvøld alla vikuna. Í vikuskiftinum talar Heri Elttør, trúboðari í Danmark.