Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ tapti fyrsta venjingardystin

Jákup Ósá

Tað sást væl, at KÍ leikararnir nærum einki hava kunnað vant av fótbólti higartil í ár.

HB vann dystin í Gundadali 2-0, og samanlagt var hetta kanska eisini munurin á liðunum. Tað merktist, at talan var um fyrsta venjingardystin hjá KÍ og ein av teimum fyrstu hjá HB. Umstøðurnar vóru hampuligar, har Tórshavnar Kommuna ruddaði kavan burtur av vøllinum áðrenn dystarbyrjan, so tað var spælandi hóast nakað hált til tíðir. Bæði liðini manglaðu nakrar leikarar til dystin.

HB vann dystin 2-0 og bæði málini hjá HB má KÍ verjuleikarin Jonas F. Rasmussen taka á seg. Í fyrsta málinum misti hann bóltin í uppspælinum og í seinna málinum gjørdi hann brotsspark. Í KÍ verjuni spældi Ahmed Mujdragic fyri fyrstu ferð og hann vísti, at hann hevur nakrar dygdir og serliga í uppspælinum tóktist hann sterkur hendan dystin. Hjá HB vóru tveir av afturvendu HB leikarunum eyðsýndir. Á miðvøllinum var Tróndur Jensen sera sannførandi og stýrdi HB spælinum, meðan Magnus Egilsson fylti nógv í álopinum og eisini átti sín leiklut í báðum málunum. Tað fyrra skoraði hann sjálvur, meðan hann fekk brotssparkið, sum Christian R. Mouritsen skoraði uppá. Bæði liðini høvdu sínar møguleikar til fleiri mál, men samanlagt var HB betra liðið og 2-0 sigurin var uppiborin.

Hjá KÍ hava fyrireikingarnar higartil í ár verið sera nógv darvaðar av kava og liðið hevur ikki havt meir enn kanska 4-5 venjingar, har vøllurin hevur verið grønur.

HB byrjaði við hesum liðnum í einari 4-4-2 leikskipan: Niklas Thomsen – Jógvan Rói Davidsen, Jákup Hansen, Jóhan T. Davidsen(liðskipari), Daniel Johansen – Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Teit Jacobsen, Adrian Justinussen – Magnus Egilsson, Ari M. Olsen

KÍ byrjaði við hesum liðnum í einari 4-2-3-1 leikskipan: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Mayowa Alli – Niels Pauli Danielsen, Jákup B. Andreasen – Heðin Klakstein, Jóannes Bjartalíð, Jóannes K. Danielsen – Páll A. Klettskarð. Í seinna hálvleiki komu David Langaard(høgri bakkur), Ísak Simonsen(vinstri bakkur), Tórur Justesen(miðvøllur), Hjalgrím Elttør (miðvøllur) og Petur Andreasen (álopið) á vøllin.