Men í vikuskiftinum gjørdu bátarnir góðar túrar.
Tá Fiskamarknaður Føroya seldi fisk í morgun, so bleiv fiskurin seldur, sum bátarnir høvdu avreitt seint fríggjadagin, leygardagin, sunnudagin og í dag. Og har sást, at bátarnir fingu nógvan fisk, hóast dagurin í dag var munandi lakari enn hinir dagarnir. Líðhamar, Norðsøki og Bragd høvdu allir túrar leygardagin, sum lógu á 10.000 pundum ella meir.
Í dag var fiskiskapurin nakað lakari. Bragd hevði við 7500 pundum mest sambært yvirlitinum. Annars var fiskiskapurin hesin í dag:
Bragd 7500 pund
Líðhamar 5500 pund
Kallanes 5500 pund
Bjørgvin 3000 pund
Norðsøki 4000 pund




