Venjarin hjá føroyameistarunum 2015er ikki í iva um, at Víkingur er størsti favoritturin at vinna FM2016.
Í 3-2 sendingini í gjárkvøldiðbleiv venjarin hjá føroyameistarunum B36 spurdur um, hvat lið fórat vinna FM í ár.
– Tað er eingin ivi um, at Víkingursatsar stórt uppá at vinna hetta føroyameistaraheitið, sum teirso øgiliga gjarna vilja hava har norðuri í Gøtu og Leirvík. Souppá onkran máta liggur tað til teir, tí tað eru teir, ið eruteir svangastu og kanska satsa mest uppá tað. So eg giti, at teirvera heilt har frammi og kanska liggur tað til, at teir skulu vinnatað nú. Men eg trúgvi, at liðini, sum í fjør lógu í toppinum,eisini fara at bjóða av. Bæði B36, NSÍ, KÍ og kanska HB eisinikann vera við har, segði Eyðun Klakstein sum segði, at máliðhjá B36 er at vera við í stríðnum um fremstu plássini.




